UEFA Champions League 2016-17 var tann 62. sesongin av kappingini fyri fremstu fótbóltsfeløg í Evropa og varð fyriskipað av UEFA, og 25. sesongin síðan kappingin fekk navnabroyting frá European Champion Clubs' Cup til UEFA Champions League.
UEFA Champions League finalan 2017 varð spæld á Millennium Stadium í Cardiff, Wales[1][2] millum Juventus og Real Madrid.
Tað gjørdist forsvarandi meistararnir úr Real Madrid ið vunnu teirra 12. tittul, tá teir vunnu finaluna 4-1. Liðið gjørdist harvið tað fyrsta nakrantíð ið meglaði at vinna meistaraheitið tvey ár á rað.
Støðan í landskappingum í undanfarnu sesong víst í klombrum (TH: Champions League tittulhaldari; EL: Europa League tittulhaldari).[3]
Í innleiðandi umførunum og play-off umfarinum vórður liðini býtt sundur í seedaði og óseedaði lið, grundað á teirra UEFA felag-coefficient 2016,[4][5][6] og síðan varð lutakast, har liðini skuldu spæla tveir dystir móti hvør øðrum úti og heima. Lið frá sama landi kundu ikki spæla móti hvørjum øðrum.
The draws for the first and second qualifying rounds were held on 20 June 2016.[7][8] The first legs were played on 28 June, and the second legs were played on 5 and 6 July 2016.
Teir fystu dystirnir vórðu leiktir 12. og 13. juli, og returdystirnir vórðu leiktir 19. og 20. juli 2016.
Triðja innleiðandi umfar var býtt sundur í tvær sektiónir: Champions Route (fyri meistaralið) og League Route (fyri ikki-meistaralið). Tey tapandi liðini í báðum sektiónum komu í UEFA Europa League 2016-17 Play-off umfarið.
Lutakastið til triðja innleiðandi umfar varð hildið tann 15. juli 2016.[9][10] Teir fystu dystirnir vórðu leiktir 26. og 27. juli og returdystirnir vórðu leiktir 2. og 3. august 2016.
Play-off umfarið varð býtt sundur í tveir atskiltir: Meistaravegurin (fyri meistarar) og Ligavegurin (fyri ikki-meistarar frá ovastu deildum). Tapandi liðini í báðum pørtum fara víðari til UEFA Europa League 2016-17 bólkaspælið.
Tilsamans 20 lið spældu í play-off umfarinum:
Lutakastið fyri play-off umfarið varð hildið hin 5. august 2016.[11][12] Teir fyrstu dystirnir vórðu leiktir 16. og 17. august, og returdystirnir vórðu leiktir 23. og 24. august 2016.
Atlético Madrid Real Madrid
Arsenal Tottenham Hotspur
Benfica Sporting CP
Lutakastið til bólkaspælið varð hildið hin 25. august 2016 á Grimaldi Forum í Monaco.[13] Tey 32 liðini vórðu trekt í átta bólkar við fýra liðum, við tí fyrivarni, at lið úr sama landi ikki kundu spæla móti hvørjum øðrum.
Tilsamans 17 lond vóru umboðaði í bólkaspælinum. Leicester City og Rostov fingu teirra debut í bólkaspælinum.[14]
Lutakastið til áttandapartsfinalurnar varð hildið hin 12. desember 2016.[15] Fyrstu dystir í áttandapartsfinalunum vórðu leiktir 14., 15., 21. og 22. februar, og returdystirnir vórðu leiktir 7., 8., 14. og 15. mars 2017.
Lutakastið varð hildið hin 17. mars 2017.[16] Teir fyrstu dystirnir vórðu leiktir hin 11. og 12. apríl, og returdystirnir vórðu leiktir hin 18. og 19. apríl 2017.
Lutakastið varð hildið 21. april 2017.[17] Teir fyrstu dystirnir vórðu leiktir 2. og 3. mai, og returdystirnir vórðu leiktir 9. og 10. mai 2017.
Finalan varð leikt hin 3. juni 2017 á Millennium Stadium í Cardiff, Wales.[18] "Heimaliðið" (av fyrisitingarligum ávum) varð avgjørt við einum eyka lutakasti, ið varð hildið beint eftir lutakastið til hálvfinalurnar.
Juventus m Real Madrid